Í morgin fyrrapartin klokkan 10 reikar Ásbjørn N. Nattestad aftur fyri hondbóltspanelinum á FM1.
Hesaferð er evnið A-landsliðið. Tikið verður samanum EM-undankappingardystin móti Ukraina, ið Føroyar taptu 25-29 (14-18), og mett verður um komandi dystin móti Eysturríki sunnukvøldið klokkan 18.
Gestir eru Andrias Eriksen, Mark Marcher og Tórmóður P. Djurhuus.
Sendingin verður endursend klokkan 17.15.
Øll kunnu hoyra FM1 á www.fm1.fo