Hondbóltslandsliðið komið til Bulgaria

Føroyska kvinnulandsliðið í hondbólti er komið til Bulgaria

Føroysk kvinnulandsliðið spældi í gjárkvøldið venjingardyst í Keypmannahavn móti Ajax, sum spælir í donsku 1. deild. Føroyska liðið spældi ein góðan og ferðmiklan dyst, har allar okkara sluppu framat at spæla. Liðið fekk samstundis avprøva nakrar fastar avtalur. Ajax vann dystin 25-22.

 

Les eisini: Landsliðið úttikið

 

Í dag hevur liðið ferðast, fyrst til Frankfurt, síðani til Sofia í Bulgaria. Hareftir hevur liðið koyrt buss í tríggjar tímar til Gabrovo, har dystirnir verða í morgin og ovurmorgin.

 

Føroyar er í bólkin við Bulgaria og Aserbadjan. Dysturin í morgin móti Bulgaria byrjar kl. 16.00 føroyska tíð, boðar hondbóltssambandið frá.