TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr prát við Morten Hust Petersen úr Kvívík um Smyril Line Cup hondbóltskappingina, sum skal verða í páskavikuni í ítróttarhallunum í Tórshavnar kommunu. Saman við Claus Rasmussen skipar Morten fyri hesari kapping.
Neistin hevur meldað U16 og U14 lið til kappingina, og donsk lið hava eisini meldað til. Onnur føroysk lið hava játtað munnliga, at tey fara at melda til, men enn er tilmeldingargjald ikki rindað. Morten staðfestir, at kappingin verður, men um talan ikki verður um eina størri kapping millum fleiri lið, so er ikki sannlíkt, at kappingin verður aftur í 2016.
Í dag er so seinasta freist at melda til, og at rinda tilmeldingargjald.