Hondbóltsfelagið Tjaldur vitjan av landsliðsleikarum

Sunnudagin á eystanstevnuni fingu vit í Tjaldri vitjan av 10 a-landsliðsleikarum. 

 

Hesir vandu okkara ungu leikara.   

 

Genturnar løgdu fyri klokkan 14, tá Lív og Vár Zachariasen, Maria Nólsoy, Lív Poulsen og Súna Krossteig Hansen stóðu fyri venjingini. Eftir at tað varna var farið av gentunum, drivu tær á í hálvan annan tíma.   

 

Tá stóðu dreingirnir fyri tørni. Teir fimm, Bjarni í Selvindi, Kjartan Johansen, Rói á Skipagøtu, Pauli Jacobsen og Allan Norðberg, sum allir júst eru heimkomnir eftir at hava leikt tveir landsdystir móti Japan í Japan, tóku sær av venjingini. Spentir og hugagóðir koyrdu dreingirnir á, so sveittin dreiv av teimum.  

 

Eftir venjingarnar tóku vit myndir og landsliðsleikararnir skrivaðu autografar, meðan foreldur fingu sær kaffi.  

 

Tá tiltakið var liðugt, segði ein genta, at hon elskaði at spæla hondbólt. Og ein 7ára gamal drongur, sum ongantíð hevði roynt at spæla hondbólt áður, staðfesti, at hann fór í hvussu so er at ganga til hondbólt. Fantastiskt!  

 

Túsund takk fyri alla hjálp í samband við tiltakið.   

 

– Og stóra takk til Hondbóltssamband Føroya - HSF, skrivar  Hondbóltsfelagið Tjaldur.