Í gjár dømdi altjóða hondbóltsdómarin Eyðun Samuelsen dyst í Portugal millum Sporting og makedonska liðið HC Zomimak. Makedonararnir gjørdust víðagitnir, eftir at teir høvdu spælt óvanliga hart í dysti ímóti donskum liði fyri jól.
Dysturin í gjár endaði við stórsigri til Sporting, sum vann 39-22.
Trýst á pílin undir myndini og hoyr Eyðun Samuelsen greiða frá, hvussu tað gekk at døma í gjár. Hoyr eisini íslendska makkaran hjá Eyðuni, Ingvar Guðjónsson, siga, hvussu tað er at døma altjóða dystir saman við føroyskum dómara.