Hondbólturin repar seglini

Hondbóltssambandið fer ikki at tekna A-landsliðini í mans- og kvinnuhondbólti til komandi undankappingarnar. Grundgevingin er, at fíggjarligi parturin er alt ov tungur

 

Hondbóltslandslið


Tað vakti mikla gleði millum hondbóltsáhugaðar føroyingar, tá HSF á vári í fjør boðaði frá, at nú fór arbeiðið kring A-landsliðið aftur í gongd. Eitt arbeiðið, sum annars hevði ligið stilt í nærum 15 ár. Eingin ivaðist í, at hetta fór at verða sera mennandi fyri heimliga hondbóltin, og fleiri vóru eisini á einum máli um, at skal hondbólturin vera fyri eini støðugari menning, er neyðugt við altjóða avbjóðingum.


Ov dýrt

Hóast talan ikki gjørdist um nakran sigur í undankappingunum, so vóru føroyingar tó vitni til, at landslið okkara saktans kundu standa seg í hesum høpi. At tey so avgjørt ikki gjørdu seg til skammar á nakran hátt, hóast mótstøðan sjálvsagt var sterk. Menninir leiktu móti Rumenia, Sveis og Litava, og ikki minst var fyrri dysturin móti Sveis ein stór uppliving. Kvinnurnar leiktu tveir dystir móti Svøríki, og eftir at rist premieru nervarnir av sær eftir fyrra dystin, vórðu áskoðarar og sjónvarpshyggjarar vitni til ein sera undirhaldandi seinna dyst, tó at kvinnur okkara eisini taptu hendan.

Alt hevur tó sín prís, og tað hevði altjóða luttøkan hjá HSF so avgjørt eisini. Í hesum føri var prísurin eitt munandi hall í ársroknskapinum hjá HSF. Somikið stórur var kostnaðurin av hesum, at avgerð nú er tikin um at repa seglini, sum tikið verður til.

- Tað er snøgt sagt alt ov kostnaðarmikið at reka hondbóltslandsliðini, og tí hevur nevndin í Hondbóltssambandinum gjørt av at repa seglini.

Soleiðis sigur formaðurin í HSF, Petur Ove Petersen, sum tó leggur dent á, at avgerðin ikki er eitt farvæl til altjóða hondbóltin.

- Vit hava gjørt av, at eingin tilmelding verður til komandi undankappingarnar, men framyvir er ætlanin, at vit fara at taka lut í EM-undankappingunum. Hesar eru annað hvørt ár, men býttar soleiðis, at menninir og kvinnurnar ikki spæla sama árið.


Ov fáar inntøkur

At tað er kostnaðarmikið at fara undir landsliðsarbeiði, visti nevndin í HSF longu av, tá farið var í holt við hetta arbeiðið aftur. Vónirnar vóru tá, at hetta kortini kundi fara at bera til, og vóru vónirnar í stóran mun knýttar at sponsorinntøkum, sum saman við sølu av atgongumerkjum skuldu vera lunnarnir undir arbeiðinum. Eisini hava feløgini rindað sín part av hesum, tí tíggju krónur av hvørjum seldum atgongumerki fara til HSF, eins og feløgini eisini hava latið eitt ávíst gjald fyri hvønn landsliðsleikara.

Trupulleikin er tó bara, at hetta ikki hevur verið nóg mikið. Til dømis er enn eingin høvuðsstuðul funnin til A-landsliðini, hóast tað sjálvandi hevur verið gott ískoyti, at Føroya Tela og Coca-Cola hava stuðla ávíkavist lands- og steypakappingini. Tá HSF heldur ikki hevur somu møguleikar sum eitt nú fótbólturin í samband við sjónvarpsgjald og inntøku fyri luttøku, sigur tað seg at kalla sjálvt, at tað er trupult at fáa endarnar at røkka saman. Eitt nú vísir formaðurin í HSF á, at sambandið mátti rinda Sjónvarpinum pening fyri at senda beinleiðis frá seinna dystinum hjá kvinnulandsliðinum.


Høvuðsstuðul søkist

Hóast tú ikki fært formannin at siga tað, so kundi bent á, at ein sterkur høvuðsstuðul kundi borgað fyri, at landsliðsarbeiðið kundi hildið fram í óbroyttum líki. Tað kann eisini tykjast merkisvert, at áhugin ikki er til staðar fyri hesum.

Føroyar eru nevnliga eitt somikið lítlar, at orkan til at gera vart við seg úteftir er rættiliga avmarkað. Hjá teimum fyritøkum og vinnugreinum, sum hava tørv á at seta Føroyar á altjóða kortið, er tí lítið at ivast í, at ítrótturin er eitt frálíkt umboð fyri Føroyar. Eitt nú ber neyvan til at gera upp í pengum, hvussu nógvar lýsingarkrónur skuldu til, fyri at geva Føroyum ta umrøðu, sum t.d. fótbólturin hevur givið.

Eitt tílíkt umboð kundi hondbólturin uttan iva eisini ment seg til, um karmarnir til tess vóru nóg sterkir, og tí má staðfestingin hjá HSF um fíggjarligu byrðuna metast at vera stórt spell.


Hornasteinurin varðveittur

Sum nevnt omanfyri, so verður altjóða luttøkan av mongum mett sum avgerandi fyri eini støðugari framgongd í hondbóltinum. Tað er eingin loyna, at hava leikararnir bert heimligu kappingina at hugsa um, er skjótt, at avbjóðingarnar tykjast lítlar og ongar.

Tí er einki at ivast í, talan er um eitt stórt bakkast ítróttarliga, at altjóða luttøkan verður somikið avmarkað. Eisini tí hetta kann gerast ein forðing fyri einum framhaldandi landsliðsarbeiði. Nakað sum eisini varð ført fram sum sera týdningarmikið, tá tikið varð samanum landsdystirnar í vetur.

Skal nakað gleðiligt finnast í boðunum frá HSF, so er tað tó, at ongar ætlanir eru um at sleppa arbeiðinum við yngru landsliðunum. Hetta arbeiðið varð raðfest fram um arbeiðið við A-landsliðunum, tá farið varð undir landsliðshondbóltin, og fleiri vóru eisini, sum fegnaðust um hetta. Hetta tí arbeiðið við yngru landsliðunum til eina og hvørja tíð eigur at metast sum hornasteinurin undir arbeiðinum við A-landsliðnum.

So leingi sum hesin hornasteinur verður varðveittur, eru framvegis vónir fyri, at vit í framtíðini aftur kunnu fáa eitt meira støðugt arbeiði við A-landsliðunum.