Hondbólturin og fótbólturin stoyta saman

Orsakað av landsdystum í januar mánáð, byrjar hondbóltskappingin tvey vikuskiftið, áðrenn hon plagar

Nú hondbóltskappingin hjá teimum fremstu deildunum er løgd, er tað greitt, at hondbólturin og fótbólturin koma at stoyta saman. Landskappingin í fótbólti er sett til at enda leygardagin 5 oktober, og sambært kappingarnevndini í HSF, verður fyrsta umfarðið í hondbóltskappingini sunnudagin 29 september. Undanfarin ár er landskappingin í hondbólti byrjað vikuskiftið eftir, at fótbólturin er endaður, men í ár hevur hondbóltssambandið verið noytt at broyta hetta.

Landsliðið í eldin
Atvoldin til broytingina er, at manslandliðið í hondbólti skal spæla EM-undankapping í januar mánáð. Í januar mánað verður so steðgur í landskappingini hjá 1. deild monnum í tríggjar vikur. Fyrivarnið er eisini tikið fyri landliðsvenjingunum í heyst, har dagarnir 20. oktober og 24 november er lagdir av til landsliðsvenjing. Steðgurin í januar mánað rakar ikki kvinnuhondbóltin, og 20. oktober og 24 november verða eisini dystir leiktir í kvinnudeildini.

Strandingar serliga raktir
Seinnu árini er talið av spælarum, sum bæði íðka hondbólt og fótbólt á hægsta stigi, alsamt minkandi. Krøvini til báðar ítróttargreinirnar eru vorðin so stór, at tað nærmast er ómøguligt at luttaka á hægsta stigi í báðum ítróttagreinum. Hetta hevur so eisini viðført, at leikarar hava valt tí einu ítróttargreinina frammum.

Eftir, at Skála flutti upp í bestu fótbóltsdeildina, hava fleiri av leikararnum úr STÍF verið at sæð á besta liðnum. Nevnast kunnu, Bent Djurhuus, Alexander Johansen, Leivur Justinussen, Marius Joensen og Sveinur Justinussen, ið allir koma at vera í eini tvístøðu, tá kappingarárið í hondbólti byrjar aftur. Vísir tað seg, tá hondbólturin byrjar, at skálamenn longu eru fluttir niður í aðru deild, so kann væl hugsast, at teir taka hondbóltin frammum. Undir øllum umstøðum kunnu spælararnir á besta liðnum hjá Skála ikki bæði klára fyrireikingarnar til hondbóltskappingina, og fáa endaspurtin á fótbóltskappingini við, so líkt er til, at spælararnir á Skála mugu velja ímillum fótbóltin ella hondbóltin.