1. kvinnulið hjá Kyndli spælir kl. 14.30 ímóti VB í Sunset-kappingini.
Spennandi verður at síggja, hvussu liðini eru fyri, tí Kyndil er komið uppaftur í bestu deildina eftir stuttan steðg í 1. deild, og VB hevði tað trupult í fjør, men hevur fingið styrk í ár.
Kl. 16.00 spæla bestu mansliðini hjá Kyndli og KÍF í Atlantic Airways-kappingini. Liðini hava verið jøvn í venjingardystunum, so útlit eru til ein spennandi dyst eisini hjá monnunum.
Báðir dystirnir verða í høllini á Hálsi í dag.