TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr eitt prát, sum var í fyrra tímanum í sendingini SportBoxin, sum var fyrrapartin á Rás2.
Hetta prátið við Hall Danielsen frá Hondbóltssamband Føroya var gjørt í samband við, at hondbóltsárið byrjar hetta vikuskiftið.
Hallur Danielsen metti um bestu deildirnar hjá kvinnum og monnum, og nam eisini við tað støðugu menningina, sum føroyskur hondbóltur kann fegnast um, men enn er ikki komið á mál við málsetninginum.