Hondbólturin byrjar 27. september

Hondbóltssambandið hevur nú boðað frá, at kappingarnar í Sunset- og Atlantic Airways-deildini verða blástar ígongd tann 27. september. Í Sunset-kappingini eru dystirnir, Stjørnan-VÍF og Tjaldur-StÍF, meðan teir tríggir mansdystirnir fyrsta dystardagin eru Kyndil-StÍF, H71-Neistin og KÍF-VÍF.