Hondbólturin aftur í gongd

Sunnudagin skipar hondbóltsfelagið Kyndil fyri hondbóltskapping, har fýra tey fremstu liðini frá undanfarna kappingarári fara at royna styrki sína

 

Hondbóltskappingin stendur sum kunnugt fyri framman, og sum vera man, royna liðini nú at pussa formin av, áðrenn stigini av álvara fara at telja.

Ein trupulleiki hjá feløgunum hevur ofta verið, at ov fáir venjingardystir fáast í lag, og tí hevur við jøvnum millumbilum verið roynt at skipa fyri kappingum av ymsum slag.

Sunnudagin stendur so ein av hesum fyri framman, tá Kyndil skipar fyri kapping, har fýra tey fremstu mansliðini frá undanfarna kappingarári taka lut.

Umframt Kyndil, sum í fjør gjørdist nr.fýra, er talan um føroyameistararnir úr Neistanum og VÍF og StÍF, sum gjørdist ávíkavist nr. tvey og trý.


Tveir dystir til hvønn

Lagt verður fyri kl. 14.00, tá silvur- og bronsuvinnararnir spæla, og síðani verður hildið á út í eitt, til kappingin er liðug.

Á leið kl. 15.15 spæla Neistin og Kyndil, og er tá funnið fram til, hvørji lið skulu spæla finaludystin. Áðrenn hesin verður leiktur, skal tó eisini dystast um triðja plássið.

Sostatt verður talan um einar fimm tímar, har liðini bæði fáa tveir dystir á part.

Umframt at vera ein kapping, har liðini fáa eitt sindur av dystarvenjing, fer kappingin allarhelst eisini at geva eina ábending um, hvussu væl ymsu liðini er fyri hetta kappingarárið.