Hondbóltur við Ósánna

Tað er ikki eiti á til­boð­um, skúl­­a­r­nir bjóða næm­ingunum við skúlabyrjan. Onkur skúli hevur fim­leik­ar- ella ítrótt­ar­linju annar fót­­bólts­breyt og í gjár bjóð­aði Skúl­in við Ós­ánna fram eina hond­bólts­breyt til 8. og 9. floks næm­ing­ar­nar

Tá ið næmingar og lær­ar­ar savn­aðust í Skúlanum við Ós­ánna í gjár, vóru nógv nýggj andlit at síggja – eis­ini mill­um lærarnar.

Ein teirra var Svein Rógvi Niel­sen, sum er kend­ur innan so mangt í ítrótt­ar­høpi. Hann skal taka sær av hond­bólts­breyt­ini hjá Skúl­an við Ós­ánna, har 15 næm­ing­ar úr 8. og 9. flokki hava valt henda møg­u­leika.

Næmingarnir fáa ym­iska á­støð­­i­­sund­irv­ís­ing og eru ann­­ars í høllini, har teir sleppa at royna seg við bólt­inum á vøll­inum. Ein upp­gáva verð­ur eisini at hyggja at dyst­um, har næm­ing­­a­rnir síðani fáa spurn­ingar at greiða, um hvussu dyst­ir­nir vórðu skip­aðir og hvussu teir annars kundu verði lagdir tilrættis.

Iva­leyst verða fleiri spír­­ar klaktir til eitt enn rík­ari hondbóltsumhvørvi í Klaksvík á henda hátt. Hond­­bólt­ur­in í Klaksvík hev­­ur annars eina drúgva og hend­ing­a­ríka søgu at siga frá.