Hondbóltur uttan áskoðarar

Tað verða ongir áskoðarar til hondbóltsdystir fram til komandi ár

Almennu myndugleikarnir hava boðað frá, at fyri at fyribyrgja korona smittuspjaðing, skulu øll ítróttatiltøk vera uttan áskoðarar til og við 3. januar. Sostatt skulu allir hondbóltsdystir spælast uttan áskoðarar til og við ásettu dagfesting, skrivar Hondbóltssambandið.

- Í sambandi við barnakappingar og ungdómsdystir verður tískil heitt á feløgini at hugsa um, at ikki verða fleiri enn neyðugt av foreldrum ferðast við barnaliðum, hetta útyvir venjarar og hjálparfólk. Somuleiðis at feløgini vanda sær um, hvussu tey skipa seg í mun til skiftingarrúm og uppihaldsrúm annars. Víst verður annars til almennu korona-tilmælini og undanfarnu fráboðanir HSF´s í hesum sambandi, skrivar Hondbóltssambandið á heimasíðuni.

Í gjár var ein umstríddur dystur millum Neistan og VÍF. Hóast stórur áhugi hevur verið fyri dystinum, sum er ein umdystur av dystinum við ”huldumálinum”, men tað vóru ongir áskoðarar í høllini á Hálsi, tá VÍF vann 32-28.

##ms##