Hondbóltur á tímatalvuna

Nú fáa ung í 8. og 9. flokki møguleika at velja hondbólt sum undirvísing frá næsta skúlaári

Komandi skúlaár verður hádeildin í Skúlanum á Fløtum skipað í rásir. Fyrstu rásirnar verða almen Rás og Ítróttarrás. Um eitt ár er ætlanin eisini at fara undir eina Handliga Rás, boðar Hondbóltssambandið frá.

 

Ítróttarrásin verður í tveimum. Onnur rásin er fótbóltur, ið hevur verið fastur partur av tilboðnum í skúlanum í nøkur ár. Hin rásin, ið er nýggj, er ein handbóltsrás.

 

-Vit eru ómetaliga spent upp á hetta nýggja tilboðið. Tí vit síggja jaligu árinini, ið fótbólturin hevur havt á fleiri av okkara næmingum, sigur Regin Marnersson, skúlastjóri á skúlanum á Fløtum í tíðindaskrivi.

 

– Við at víðka um ítróttarrásina við enn eini stórari ítróttargrein, kunnu vit breiðka skarðan av næmingum, ið kunnu njóta gott av einum tilboði, har skúli og ítróttur ganga hond í hond, sigur skúlastjórin.

 

Nýggja handbóltsrásin er eitt samstarv millum Skúlan á Fløtum, Neistan og Kyndil. Umframt Eddie Joensen, sum í fleiri umførum hevur verið venjari í bestu mansdeildini í hondbólti, verða venjarar úr Neistanum og Kyndli partar av venjaratoyminum á hondbóltsrásini. Hetta er sami leistur, sum skúlin nýtir á fótbóltsrásini, har útbúnir venjarar við tilknýti í feløgunum hava staðið á odda.

 

Næmingar, ið ynskja at gerast partur av hondbólts- ella fótbóltsrásini í Skúlanum á Fløtum komandi skúlaár, kunnu søkja um upptøku á heimasíðuni hjá skúlanum saf.fo.