Bæði hjá monnum og kvinnum eru spennandi hondbóltsdystir á skránni um vikuskiftið.
Leygardagin er hondbóltur á skránni í Kollafirði, har KÍF tekur ímóti StÍF. Bæði liðini vunnu sínar dystir farna vikuskiftið. Sunnudagin kemur VÍF á vitjan á Høllin í Hálsi, har Neisitin tekur ímóti.
Eisini hjá kvinnum eru tríggir dystir á skránni. Leygardagin tekur Kyndil móti Stjørnuni, meðan tveir dystir verða sunnudagin. Suðri í Vági spæla VB og StÍF, meðan Neistin fær vitjan av samanlagda liðnum VÍF/Tjaldur.
Dystirnir um vikuskiftið:
Leygardagin 20. oktobur
Kl: 14.30 Kyndil Stjørnan Fremsta deild kvinnur
Kl: 16.00 KÍF StÍF Atlantic Airways Kappingin
Sunnudagin 21. oktober
Kl: 14.30 Neistin VÍF/Tjaldur Fremsta deild kvinnur
Kl: 15.00 VB StÍF Fremsta deild kvinnur
Kl: 16.00 Neistin VÍF Atlantic Airways Kappingin










