Hondbóltur, menn: VÍF vann í Kollafirði

KÍF og VÍF togaðust um leiðsluna allatíð í fyrra hálvleiki. Støðan var 12-12 í steðginum. Tað var meira veiggj í gestunum eftir hvíldina.

Endaliga úrslitið var 30-25 til VÍF.

Áki G. Olsen, VÍF, var toppskjútti við níggju málum.

Gert Hansen var toppskjútti hjá kollfirðingar við fýra málum.

 

StÍF gav oddaliðnum góða mótstøðu, tá liðið av Skálafjørðinum vitjaði hjá Neistanum.

Neistin vann 39-35. Støðan í hálvleikinum var 16-16.

Tað stóð á jøvnum 25-25, tá seinni hálvleikur var hálvrunnin.

Tá fór heimaliðið avstað, hóast gestirnir støðugt runnu aftaná.

Jugoslav Djumic, Neistin, var toppskjútti við 10 málum.

Leivur Justinussen var toppskjútti hjá StÍF við sjey málum.

 

H71 vann 23-20 á Kyndil í gjár.

 

Úrslitini um vikuskiftið:

 

H71 ? Kyndil 23-20

KÍF ? VÍF 25-30

Neistin ? StÍF 39-35

 

Stigatalvan:

 

1. Neistin ? 21 stigum (11 dystir)

2. KÍF ? 15 stig (11 dystir)

3. VÍF ? 12 stig (12 dystir)

4. H71 ? 12 stig (11 dystir)

5. Kyndil ? 10 stig (10 dystir)

6. StÍF ? 6 stig (10 dystir)

7. Team Klaksvík ? 0 stig (11 dystir)