Úrslitið var 26-16. Hálvleiksstøðan var 16-6 til Neistan.
Heimaliðið var als ikki til reiðar frá byrjan, og Neistin vann sær skjótt eina leiðslu á fimm mál. KÍF hótti ongantíð leiðsluna.
Málskjútti hjá KÍF vóru Andrias Nielsen og Ási Dam við fýra málum hvør. David Edvardsen skeyt flest mál fyri Neistin. Hann fekk átta mál.
Team Klaksvík tapti aftur hesaferð. StÍF vann 32-19, tá uppflytararnir vitjaðu.
Tað var ongantíð spenningur um úrslitið, tí heimaliðið rann undan beinanvegin.
STIGATALVAN:
1. Neistin, 6 stig (3 dystir)
2. KÍF, 6 stig (4 dystir)
3. StÍF, 4 stig (3 dystir)
4. Kyndil, 4 stig (3 dystir)
5. VÍF, 2 stig (3 dystir)
6. H71, 0 stig (2 dystir)
7. Team Klaksvík, 0 stig (4 dystir)