Fyrr í vikuni vunnu verandi greipuvinnararnir stórsigur í Klaksvík. Í dag vann liðið greitt og uppiborið á H71 í høllini á Hálsi.
Úrslitið var 31-22. Hálvleiksstøðan var 16-13.
Tað var í seinna hálvleiki, at Neistin rann undan hoyvíkingunum, og fjarstøðan millum liðini av álvara øktist.
Heini Hanusarsson skeyt flest mál fyri Neistan. Hann stóð fyri 12 av málunum.
Dánjal Tórgarð var toppskjútti hjá H71 við seks málum.
KÍF hevur, eins og Neistin, fult stigatal aftaná fyrstu tvey umførini. Kollfirðingar vunnu í dag trygt á heimavølli móti Team Klaksvík. Úrslitið var 39-28.
Tað skrædnaði millum liðini beinanvegin, og KÍF var framman fyri við níggju málum í hálvleikinum.
Andrias Nielsen var toppskjútti við sjey málum fyri kollfirðingar. Damir Omor og Sámal á Tjaldrafløtti skutu seks mál hvør fyri Team Klaksvík.
Úrslitini í dag:
VÍF ? Kyndil 28-31 (14-16)
Neistin ? H71 31-22 (16-13)
KÍF ? Team Klaksvík 39-28 (20-11)