StÍF hevur eisini lagt væl frá landi. Liðið vann 23-21 á heimavølli móti VÍF í dag.
Jóanes Prestá og Leivur Justinussen skutu fimm mál hvør fyri StÍF. Rúni Fossdal og Joen P. Høgnesen vóru toppskjúttar hjá vestmenningum við fýra málum hvør.
Úrslitini í bestu hondbóltsdeildini í gjár:
Kyndil - KÍF 27-41 (12-12)
StÍF - VÍF 23-21 (11-9)