Hondbóltur, menn: Eingin stegðar Neistanum

Neistin vann 34-24 á KÍF.

 

Tað varð annars lagt upp til ein spennandi seinna hálvleik, tí bara eitt mál skilti liðini í hálvleiki. Neistin var á odda 17-16.

 

Tað var lítið veiggj í gestunum í seinna hálvleiki, og Neistin rann undan beinanvegin.

 

David Edvardsen, Áki Mørk og Jugoslav Djumic úr Neistinum vóru toppskjúttar. Teir skutu sjey mál hvør.

 

Arbjørn Hansen skeyt flest mál fyri KÍF. Hann fekk seks mál.

 

STIGATALVAN:

 

1. Neistin ? 19 stig og 10 dystir

2. KÍF ? 15 stig og 10 dystir

3. Kyndil ? 10 stig og 9 dystir

4. H71 ? 10 stig og 9 dystir

5. VÍF ? 8 stig og 10 dystir

6. StÍF ? 4 stig og 8 dystir

7. Team Klaksvík ? 0 stig og 10 dystir