Hondbóltur á Leynar­sandi

Hondbóltsfelagið í Kvívík, HC Kvívík, fer í summar at skipa fyri kapping í strandarhondbólti á Leynarsandi. Kappingin verður leygardagin 23. juli frá fyrra­partinum og langt út á kvøldið, og kappast verður bæði við kvinnu­liðum, mansliðum og bland­aðum liðum.
Reglurnar fyri strandar­hond­bólt eru eitt sindur øðrvísi enn fyri van­ligan hondbólt. Spæl­ararnir eru fýra í tali, tríggir úti­spælarar og ein málverji, og ikki er loyvt at dribla. Skalt tú vinna ein dyst, skalt tú vinna tveir hálvleikir, so um liðini vinna hvør sín hálvleik, skal dysturin gerast av við brots­køstum.
Maðurin aftan fyri hesa nýggju kappingina er Morten Hust Petersen, sum á galla­veitsl­uni í Vági leygarkvøldið greiddi stutt frá kapp­ingini og royndi at eggja hond­bólts­fólkinum til at taka væl ímóti henni. Hetta slagið av hondbólti kom Morten í sam­band við, tá hann fyri nøkr­um árum síðani starvaðist sum venjari í Ný Sælandi.