Hondbóltur: Landsliðsleikari til VB

21 ára gamla Vladana Lazendic, sum eisini spælir á landsliðnum hjá Bosnia og Hercegovina, fer komandi kappingarár at spæla við besta kvinnuliðnum hjá VB.

Vladana Lazendic spælir á vinstra bakki á landsliðnum og fer eisini at spæla á bakkplássinum hjá VB.

Vladana er komin til Vágs, men situr í sóttarhaldi, tí hon er komin uttan úr heimi. Vladana varð korona-kannað heima, áðrenn hon kom til Føroyar, og aftur á flogvøllinum, og skal so aftur kannast, sigur Bogi Mortensen, formaður í VB, skrivar Suðurrás.

-Og eftir hetta fer hon so at venja saman við VB-kvinnunum, sigur formaðurin í VB við sudurras.fo.

##med2##