Hondbóltur á la Hitchcock

StÍF-Neistin 30-28 (15-12):
Steypafinalan í manshondbólti gjørdist ein sannur gysari. Við tveimum framúrskarandi málverjaavrikum og stórum einsmansavrikum vórðu áskoðararnir mest sum sleptir upp á fjall, og so gjørdi tað minni, at samlaða leikliga dygdin onkun tíð hevur verið betri

Coca-Cola finalan ? menn

Tá alt var liðugt, hevði StÍF annað árið á rað vunnið Coca-Cola kappingina hjá monnum. Somikið stutt er niðurstøðan eftir finaluna, men áðrenn hendan staðfestingin var veruleiki, høvdu mongu áskoðararnir verið vitni til ein sera spennandi og undirhaldandi hondbóltsdyst.

Neistin skúmaði fyrst
Tað var kanska Neistin, sum fekk tað betru byrjanina. 3-2-1 verjan tóktist at rigga frá fyrsta bríksli, og í hinum endanum hevði StÍF fyrstu løtuna sera ilt við at fáa fatur á neistamonnunum, har ikki minst Hans Áki tóktist væl upplagdur hesa løtuna.
Tað gekk tó ikki so long tíð, áðrenn steypavinnararnir frá í fjør fingu tak tak á. Ikki minst var tað ein stór hjálp, at Marian Cirloganesu togaði tvær brotskastsbjarginar umframt onkra aðra fram, soleiðis at StÍF einar tvær ferðir kundi revsa Neistan fyri ikki at skora.
Teir fingu eisini eitt veruligt tak á álopsmonnunum hjá Neistanum. Jacob Jónsson skaraði kanska framúr hjá Neistanum, men at bæði Áki Mørk og Heini Joensen vórðu hildnir í sera stuttum tjóðri gjørdi so avgjørt sítt til, at StÍF spakuliga tók at draga frá.
At Neistin so kortini hekk fast, komst serliga av Jacob, ið sum nevnt skaraði framúr. Fyrstu ferð atkvøðugreiðsla varð greidd her í Føroyum, varð íslendingurin kosin at vera ársins leikari, og verður hetta støðið framyvir, er hann í øllum førum eitt upplagt evni til sama heitið í ár. Bæði við skotum, gjøgnumbrotum og fríspælingum var hann alla tíðina ein støðug hóttan, og um nakað skulu strandingar vera fegnir um, at fríspælingarnar ikki altíð fingu ta viðferð, sum tær høvdu uppiborið.

Skiftandi
Ivaleyst var steðgurin kærkomin hjá Neistanum, sum um tað mundi var um at missa takið á dystinum, men fyrstu løtuna í seinna hálvleiki tóktist tað ikki, sum um teir vóru førir fyri at broyta nakað.
Strandingar settu fulla ferð á, og við Costin Dumitrescu á odda varð leiðslan mest sum alt fyri eitt økt í fimm mál. Tað kundi líkst eini avgerð, men tað var tað tó ikki. Langt ífrá.
Neistin hevði nú sett Petur Magnusson í málið, og hann fór at herma eftir starvsfelaganum hinu megin við at fremja hópin av góðum bjargingum. Samstundis royndi Neistin skiftandi at taka Costin og Artur burtur úr spælinum, og nú fóru veruliga at minka.
Eitt skifti var støðan 22-21, og tá Marius Joensen samstundis fekk eina útvísing, hevði Neistin brádliga betru kortini, men teir tóku ikki av . Líka mikið um talan var um brotskast ella menn komu leysir, so helt Marian alla tíðina strandingum á odda, og so dragnði aftur.
Munurin gjørdist tó ongan tíð stórur, tað sum eftir var av dystinum. Serstakliga var tað nú John Petersen, sum gjørdi um seg á neistaliðnum .Eins og hann ikki vildi vera við undirlutan móti fyrrverandi liðfeløgunum. Heilt spennandi gjørdist tað seinastu tveir minuttirnar ella so.
Í eini roynd at skapa ófrið á hjá strandingum, sendi Dia Midjord mest sum alt fólkið út á vøllin at taka vandamestu skjúttarnar hjá StÍF úr dystinum.
Ta var tó ikki íroknað, at StÍF hevði enn ein stórskjútta á liðnum. Blaðungi Sveinur Justinussen hevur í øllum førum geninini í lagi, tá skjótast skal útifrá, og hetta prógvaði hann eisini, tá hálvur annar miunuttur var eftir at leika. Standandi á tríggja metrinum høgdi hann til, og uttan nakran sum helst møguleika hjá Peturi, kleindist bólturin í handara horn.
HEtta broytti støðuna til 29-26, og hóast tað framvegis var góður minuttur eftir, so stóð nú øllum greitt, at StÍF aftur í hevði fnnið steypakappingina.

Málverjin og teir ungu
Skal takast samanum sigurin hjá strandingum, so var mest týðandi liðurin uttan iva framúrskarandi málverjaspælið hjá Marian. Til tíðir líktist hann einum livandi veggi, sum hann tók sær av øllum, og ikki minst var tað nærum stuttligt at síggja, tá hann í ovfarakæti yvir enn eina bjarging tveitti bóltin beint til neistaeikara ? bert fyri at fremja enn eina stórbjarging.
Í álopsspælinum gekk nógv sum vant kring hendurnar á Costin Dumitrescu, men tað er sjónligt, at hansara lutur er heldur meira avmarkaður nú, enn hann hevur verið, og var tað ikki so, kundi úrslitið av dystinum lættliga verið eitt annað.
Tað var nevnliga í seinastu avgerandi løtunum, at leikarar, sum vanliga standa í bakgrundini, vórðu noyddir at taka yvir, og tað skal verða lagt afturat, at tað gjørdu teir eisini.
Marius, Sveinur og Bent sýndu allir, at verður ikki ansað eftir teimum, so kunnu teir meira enn so gera um seg, og at seks tey seinastu málini hjá stÍF vórðu skotin av hesum leikarum, sigur helst nakað um, hvussu stóran týdning breiddin á liðnum hevði leygardagin.
Hvussu var og ikki, so er niðurstøðan framvegis hin sama, sum hon var, tá greinin byrjaði. Strandingar eru steypavinnarar, og tað kann eisini leggjast afturat, at hetta var fult uppiborið.

Dysturin í tølum
StÍF-Neistin 30-28 (15-12):
Støður í dystinum: 4-7, 8-10, 15-12, 18-13, 23,-21, 30-28
Málskjúttar:
StÍF: Artur Johansen 8(4), Costin Dumitrescu 7, Sveinur Justinussen 6, Bent Djurhuus 3, Marius Joensen 2, Andre F. Danielsen 2, Jón Rasmussen 1, Janus Trygvason 1
Neistin: John PEtersen 9(1), Jacob Jónsson 7, Heini Joensen 5, Hans Áki Dal-Christiansen 5, Áki Mørk 2
Brotskøst; StÍF 5, Neistin 4
Útvísingar: StÍF 6, Neistin 4
Dómarar úr Kyndli: Hannis Wardum & Uni Wardum. Sýndu alla tíðina gott yvirblikk og tóktust hava tamarhald á støðuni, hóast tað mangan mundi standa nógv við øllum ganginum, sum var í høllini.