Hondbóltur, kvinnur: Neistin javnaði í seinastu løtu

Úrslitið var 26-26. Hálvleiksstøðan var 13-12 til VB.

 

Heimaliðið var á odda, tá fá sekund restaðu í av dystinum. Birita Wardum, Neistin, royndi seg tá við skoti, og hon syrgdi fyri, at gestirnir úr høvuðsstaðnum fingu eitt stig.

 

Liðini skiftust at hava leiðsluna allan vegin, og tá avtornaði vóru stigini býtt í tvey.

 

Gintare Lydekaite, VB, var toppskjútti hjá heimaliðnum við 10 málum. Barbara Brauer skeyt flest mál fyri Neistan. Hon fekk 11 mál.

 

Tjaldur vann sannførandi sigur á VÍF. Úrslitið var 36-23. Heimaliðið rann undan alt fyri eitt, og tí var talan bara um ein avgreiðsluspurning. Simona Petersen skeyt 10 mál fyri Tjaldur, og Liljan Djurhuus skeyt 11 mál fyri VÍF.

 

Eins og Tjaldur, hevur Stjørnan framvegis fult stigatal. Føroyameistararnir vunnu 27-19 á útivølli móti StÍF í gjár.

Fríðrún Danielsen var toppskjútti hjá StÍF við sjey málum. Durita Ljósstein skeyt átta mál fyri Stjørnuna.

 

STIGATALVAN:

 

1. Stjørnan, 8 stig (4 dystir)

2. Tjaldur, 4 stig (2 dystir)

3. VB, 3 stig (4 dystir)

4. Kyndil, 2 stig (2 dystir)

5. VÍF, 2 stig (4 dystir)

6. Neistin, 1 stig (2 dystir)

7. StÍF, 0 stig (2 dystir)