Hondbóltur, kvinnur: Kyndil er ikki til reiðar

Kyndil hevði vunnið tríggjar dystir upp í slag undan

uppgávuni í kvøld. Grønlittu kvinnurnar vildu prógva, at tær kunnu bjóða av í oddastríðnum, men greipuvinnararnir staðfestu, at óroyndu kyndlakvinnurnar eru ikki til reiðar í løtuni.

 

Greiðasta dømið var, at ungu kvinnurnar úr Havn dugdu ikki at handfara lyklastøðuna og stóra trýstið seinastu løtuna. Kyndil var á odda, tá 10 minuttir restaðu í, men misti sigurin seinastu minuttirnar.

 

Úrslitið var 21-26.

 

Neistin vann seg upp á liðina á Tjaldri í kvøld. Høvuðsstaðarliðið vann 27-21 á VÍF í Vestmanna.

 

STIGATALVAN:

 

1. Stjørnan ? 18 stig *

2. Tjaldur ? 13 stig

3. Neistin ? 13 stig

4. Kyndil ? 10 stig *

5. VB ? 7 stig

6. VÍF ? 4 stig *

7. StÍF ? 1 stig

 

* Stjørnan, Kyndil og VÍF hava spælt 10 dystir. Hini liðini hava spælt ein dyst færri ? níggju dystir.