Úrslitið var 37-17. Hálvleiksstøðan var 18-7.
StÍF hevur ikki staðið seg serliga væl í hesum kappingarárinum. Tað varð ongantíð væntað, at kvinnurnar av Skálafjørðinum skuldu arga Stjørnuna. Greipuvinnararnir spældu við fullari megi frá byrjan, og gestirnir royndu bara at hóra undan sum frægast.
Durita Christophersen var toppskjútti við sínum 18 málum.
Tjaldur vann eisini greiðan sigur í dag. Kvinnurnar úr Runavík, sum nú hava vunnið fýra ferðir upp í slag, vunnu 28-20 á VÍF í Vestmanna.
Hálvleiksstøðan var 14-8 til Tjaldur.
Gestirnir vóru á odda 8-3, tá fyrri hálvleikur var hálvrunnin, so tað var ongantíð spenningur um úrslitið.
Úrslitini um vikuskiftið:
Neistin ? VB 25-19 (12-10)
Stjørnan ? StÍF 37-17 (18-7)
VÍF ? Tjaldur 20-28 (8-14)
STIGATALVAN:
1. Stjørnan ? 20 stig *
2. Tjaldur ? 15 stig
3. Neistin ? 15 stig
4. Kyndil ? 10 stig
5. VB ? 7 stig
6. VÍF ? 4 stig *
7. StÍF ? 1 stig
* Stjørnan og VÍF hava spælt 11 dystir. Hini liðini hava spælt 10 dystir.