Tað verða kortini tómar hallir, tá tey bestu mansliðini mikudagin fara undir stríðið um at vinna heimsmeistaraskapið í Egyptalandi.
Hesum boða HM-fyrireikararnir frá í dag.
Mánadagin varð annars sagt, at áskoðarar fóru at sita á fimta hvørjum sessi í teimum fýra HM hallunum til endaspælið, men hetta er nú broytt.
Broytingin kemur fáar dagar eftir, at Evropiska Hondbóltsspælarafelagið í opnum brævi til forsetan í altjóða hondbóltssambandinum, IHF, Hassan Moustafa, kom við áheitan um at spæla uttan áskoðarar.
IHF forsetin var í dag á fundi, har avgerðin um at sleppa ætlanunum um áskoðarar varð tikin.
– Á fundinum komu vit fram til, at tað verðu stongt fyri áskoðarum inni í høllunum, so dystirnir verða spældir handan stongdar dyr sum eitt tiltak í stríðnum at forða fyri at spreiða covid-19, verður sagt.
Donsku heimsmeistararnir, sum hava funnist at hesum, fegnast um boðini.
Stjørnuspælarin Mikkel Hansen vísti millum annað á, at tað gav onga meining, at liðini skulu í sóttarhald, men samstundis verða fyri størri smittuvanda við áksoðarum í høllini.
Hann og liðfelagarnir kundu eisini vís á, at tað ikki eru nóg góð hagtøl um, hvussu útbreidd koronusmittan er í Egyptalandi, tá so fáar kanningar eru gjørdar í landinum við yvir 100 milliónum íbúgvum.
Høvdu fyrru boðin staðið við, høvdu tað verið fleiri enn 3000 áskoðarar til dystirnar í høllini, har Danmark eftir øllum at døma fer at spæla allar sínar dystir í endaspælinum.
HM í hondbólti byrjar mikudagin og heldur fram til 31. januar.
Tá kvinnurnar spældu EM í Danmark í dersember, var tað uttan áskoðarar.
/ritzau/
Mikkel Hansen og liðfelagar skuu verja HM-gullið í Egyptalandi. - Foto: Liselotte Sabroe/Ritzau Scanpix











