Týska meistaraheitið í hondbólti varð avgørt í dag, og tað var eitt felag við føroyingum í ungdómsdeildini, ið vann.
Leingi sá út til at Rhein Neckar-Løwen skuldi vinna Bundesliguna, men fyri tveimum vikum síðani snávaði liðið óvæntað, og spældi avgerðarmøguleikan til Flensburg-Handewitt.
Støðan áðrenn seinasta umfarð var, at Flensburg skuldi vinna á Göppingen á Heimavølli, um liðið ikki skuldi geva Rhein Neckar-Løwen møguleikan aftur.
Væntað var, at Flensburg fór at fáa ein lættan sigur, tí Göppingen møtti við einum sera skerdum liðið, har eykamálverjin var noyddur at spæla vongur.
Hóast hetta megnaði skerda Göppingenliðið at arga Flensburg heilt til seinastu løtuna av dystinum. Tá tóktist orkan tó at ganga undan, hóast spenningurin var varðveittur til seinastu løtuna. Tað eydnaðist at enda Flensburg at vinna 22-21.
Sostatt er SG Flensburg-Handewitt týskur meistari fyri aðru ferð í søguni. Liðið er endað á øðrum plássi óteljandi ferðir seinastu árini, men megnaði tó at vinna Champions League í 2014.
Siðbundna felagið hevur seinastu árini havt tveir føroyingar í ungdómsdeildini hjá sær. Teir eru Brandir Halgirsson og Hørður Trygvason. Teir báðir takka í summar fyri seg í Flensburg, men kunnu fegnast um at fyrsta liðið óvæntað gjørdist týskur meistari.