Um vikuskiftið endar kappingarárið í evropeiskum manshondbólti við stóru Final-4 stevnuni í Køln í Týsklandi.
Merkisvert er, at trý fronsk lið hava spælt seg í hálvfinalurnar. Nevnliga Paris Saint-Germain, Nantes og Montpellier.
Seinasta liðið í hálvfinalunum er Vardar Skopje úr Makedonia.
Fyrsta hálvfinalan byrjar leygardagin klokkan 14.15. Her dystast Nantes og Paris SG.
Hin hálvfinalan byrjar klokkan 17.00 og er millum Vardar og Montpellier.
Finalan verður leikt sunnudagin klokkan 17.00.
Veddingarfyritøkurnar meta Paris sum favoritt, men soleiðis var eisini í finaluni í fjør, tá ið Vardar endaði sum vinnari móti júst Paris.
Yvirhøvur verður væntað at allir dystirnir eru rættiliga javnir, og øll fýra liðini hava møguleika at standa sum vinnari sunnudagin.
Fyri føroyingar er høvi at síggja nakrar av komandi mótstøðuleikarunum hjá landsliðnum. Fyri Vardar spælir nevnliga Vuko Borozan úr Montenegro, og á Paris SG liðnum fara vit at síggja danirnar Henrik Mølgaard og Mikkel Hansen.









