Hondbóltur: A-landsliðið úttikið

Manslandsliðið í hondbólti, ið skal spæla tríggjar HM-undankappingardystir í januar, er úttikið

Manslandsliðið í hondbólti, ið skal spæla tríggjar HM-undankappingardystir í januar, er úttikið. Ein bruttohópur á 28 mans hevur vant dúgliga um jólini, men í kvøld hava venjararnir, Sonni Larsen og Jeppe Borch, úttikið 16 spælarar, sum skulu við til Italia, har allir dystirnir verða spældir.

 

Føroyar skulu spæla móti Italia, Rumenia og Ukraina. Dystirnir eru 11. 12. og 13. januar. Landsliðið fer á venjingarlegu í Danmark, áðrenn leiðin gongur víðari.

 

Teir, sum eru úttiknir til A-landsliðið eru: 

Niklas Simonsen, Skjern

Ári Dam, H71

Hans Eli Sigurbjørnsson, KÍF

Rókur Akralíð, Kyndil

Hilmar Leon Jakobsen, H71

Sigmundur Nolsøe, H71

Kjartan Johansen, Fyllingen

Jónas Djurhuus, HØJ

Peter Krogh, Skive

Helgi Hoydal, Odder

Nicklas Selvig, TMS Ringsted

Fríði Weyhe, FFI

Sjúrður Olsen, VÍF

Sámal á Tjaldrafløtti, Team Klaksvík

Tróndur Kragesteen, Neistin

Høgni Klein Olsen, Kyndil

 

(HSF.fo)