Tað er ikki hvønn dag, at All That Rain er at síggja á einum palli, men nú trína garvaðu menninir aftur á pall í Rex, tá ið hondbóltsveitsla er á skránni komandi leygarkvøld.
Leygardagin eru hondbóltsfinalur hjá kvinnum og monnum á skránni. Tí bjóðar Rex til hondbóltsveitslu leygarkvøldið, sum inniber hugna áðrenn midnátt, og dans eftir midnátt.
All That Rain eru sera vælumtóktir, tá ið umræður at spæla til dans, og seinast teir vóru í Rex var útselt.
Nú vera teir so aftur at hoyra, og kunnu atgongumerki keypast í forsølu í Salong McGavin og Kunningarstovuni í Havn.
Eisini ber til at keypa atgongumerki á ebillett.fo.
Haraftrat eru nakrir vinningar, sum Rex skipar fyri, og tað kann lesast meira um á Facebook síðuni her: