Hondbóltsspælarar samlaðir millum jól og nýggjár

Tað eru ikki bara U18-menninir, sum hava verið virknir um jóltíðirnar. Hini landsliðini hjá HSF hava eisini vant og verið testaði

Tað eru ikki bara U18-menninir, sum hava verið virknir um jóltíðirnar. Hini landsliðini hjá HSF hava eisini vant og verið testaði, skrivar heimasíðan hjá Hondbóltssambandinum.

A-landsliðið hjá monnum er saman um dagarnar, har teir fyrireika seg til HM-undandystirnar í januar. Teir skulu spæla móti Litava, Slovakia og Luksemburg í døgunum 10.- 12. januar. Dystirnir verða í Luksemburg.

U20-landsliðið hjá monnum fyrireikar seg til EM-kapping í summar, meðan U16-landsliðið hjá kvinnum fyrireikar seg til European Open um mánaðarskifti juni/juli. U18-kvinnurnar hava eisini verið saman.

##med2##

Føroysku U18-menninir, sum hava verið til kapping seinastu dystirnar endaðu sum nummar fýra av átta liðum í Sparkassen Cup. Liðið tapti fyrst hálvfinaluna móti Týskland og seinni bronsudystin móti Hvítarusslandi í gjár. Dysturin var merktur av, at hetta var fimti dystur uppá tríggjar dagar og tóktist liðini tung í beinunum.

Liðini fylgdust tað mesta av dystinum, men høvdu hvítarussar fyri tað mesta nøsina frammanfyri. Tá 10 minuttir vóru eftir vann Hvítarussland seg nøkur mál fram um og hildu hetta til dystarlok.