Hondbóltssendingin á FM1: Jónas og Teis í hørðum botnstríði

(FM1) Hoyr samrøðurnar Sjúrður H. Hoydal gjørdi við Jónas G. Djurhuus hjá Viking Stavanger og Teis Horn Rasmussen hjá TMS Tønder

##med2##

Sjúrður H. Hoydal hevði tveir hondbóltsútisetar sum gestir í sendingini "Hondbóltspanelið" á FM1 seinnapartin.

Fyrri gesturin var Jónas G. Djurhuus, ið saman við Helga H. Hoydal og Kjartan Johansen stríðist saman við liðfeløgunum í Viking Stavanger at vinna seg uppum niðurflytingarstrikuna í bestu norsku deildini. Í løtuni er Viking Stavanger næstaftast við sjey stigum. Bert eitt stig er upp til Halden og Fjellhammer, ið liggja fjórðaftasta og triðaftasta plássi við átta stigum. 

Komandi sunnudag spælir Viking Stavanger á útivølli móti Elverum, ið er oddalið í deildini við 20 stigum fyri 11 dystir.

Seinni gesturin var Teis Horn Rasmussen, ið saman við liðfeløgunum í TMS Tønder liggur í niðurflytingarstríði í næstbestu donsku hondbóltsdeildini. TMS Tønder liggur fjórðaftast í deildini við fýra stigum.

Leygardagin tekur TMS Tønder móti Odense, ið hevur bert tvey stig

Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra samrøðurnar.

 ##med3##

(Samrøður: Jónas G. Djurhuus og Teis Horn Rasmussen)