– At allar karantenurnar eru strikaðar, merkir, at allir spælarar eru líka stillaðir á landsliðnum í løtuni og at landsliðsvenjararnir hava møguleika at taka allar spælarar út, sigur Kristian Johansen, formaður í Hondbóltssambandinum, við Rás 2.
– Vit hava tikið hetta stigið nú, so vit aftur kunnu fáa frið yvir landsliðið. Vit hava ikki verið undir trýsti frá nøkrum, men vóna, at hetta kann føra til, at kapping verður um øll pláss á liðnum og at vit fáa eitt gott støði at standa á.
Hetta stigið hjá Hondbóltssambandinum merkir, at venjararnir fáa munandi betri møguleikar at fyrireika seg til komandi landsdystirnar, sum verða í næsta mánaði, tá Føroyar fyrst spæla ímóti Sveis á heimavølli 18. mars og síðani á útivølli tríggjar dagar seinni.
Lættir um arbeiðið
Dia Midjord, landsliðsvenjari, visti einki um avgerðina hjá Hondbóltssambandinum, men sigur seg vera fegnan um hana, samstundis sum hann aftur gloppar dyrnar fyri Heina Hanusarsson, sum annars hevði fingið karantenu restina av hesi EM-undankappingini.
– Eru karantenurnar strikaðar, so taka vit 14 teir bestu spælararnar út. Og tað merkir, at eisini Heini Hanusarsson kann verða tikin út, um hann telist millum 14 teir bestu, sigur Dia Midjord við Rás 2, samstundis sum hann ásannar, at tað lættir um arbeiðið hjá venjarunum, at karantenurnar detta burtur.
Orsøkin til karantenurnar var, at fleiri av landsliðsspælarunum bókstaviliga komu »lort í býin« allahalgannadag, eftir at Føroyar høvdu spælt ímóti Bosnia niðri í Sarajevo. Men um skilið í samband við útidystirnar í framtíðini vil venjarin tó ikki siga so nógv, men vísir á, at tað altíð hevur verið hampiliga gott skil á ferðunum hjá landsliðnum, og at tað helst skal halda fram.