Hondbóltssambandið fingið nýggja forkvinnu

Á aðalfundi er nýggj forkvinna blivin vald í HSF.

Fyrr í dag hevði hondbóltssambandið aðalfund. Undan aðalfundinum var greitt, at formaðurin í felagsskapinum seinastu 10 árini, Kristian Johansen, ikki tók við afturvali. Bogi Jacobsen, sum hevur sitið í nevndini seinastu tvey árini, stillaði eiheldur uppaftur. Tað skrivar HSF á heimasíðu sínari.

Avloysararnir hjá hesum blivu Gunn Ellefsen og Oyvindur Brimnes. Harafturat blivu Jákup Dam og Súna Mørk vald sum nýggir varalimir.

Gunn Ellefsen verður nýggja forkvinnan í HSF. Hon hevur royndir úr nevndarvirksemi í hondbóltssambandinum, tí at seinastu árini hevur hon sitið í bæði kappingar- og dómaranevndini hjá HSF. 

Nýggja starvsnevndin hjá hondbóltssambandi Føroya er mannað soleiðis:

Forkvinna: Gunn Ellefsen

Næstforkvinna: Margrið Weihe

Nevndarlimir: Gilli Wardum, Regin Jakobsen og Oyvindur Brimnes

 

Hondbólssambandið upplýsir eisini, at fráfarandi formaðurin, Kristian Johansen, fekk handað heiðursbræv og gullnál við fundarlok fyri sína trúgva tænastu fyri føroyskan ítrótt.