Hondbóltsparið fer til Íslands

Eyðun L. Samuelsen og Andreas F. Hansen, sum eru nýggju føroyingarnir í altjóða høpi í hondbóltsdøming, skulu nú undir sína næstu altjóða uppgávu.
Hesa ferð er talan um tveir dystir í EHF-Cup, og verða hesir spældir í Íslandi tann 8. og 9. januar. Talan er um dyst í triða umfari, og tað vil við øðrum orðum siga, at nú eru sterku hondbóltstjóðirnar eisini komnar í part. Í veldugu høllini á Hafnarfirði skulu teir báðir føroyingar soleiðis døma dystirnar millum íslendsku Haukar og kroatisku Podravka Vegeta, sum eru styrkismettir, og tí nústaðni gerast partur av kappingini.
At teir báðir longu nú sleppa at døma dyst, har eitt av styrkismettu liðunum er við, er greitt tekin um, at talan var um gott avrik, tá teir fyri góðum mánaði síðani fyri fyrstu ferð dømdu altjóða dyst. Ta ferðina var talan um dyst í Noreg, og skoðsmálið frá eygleiðaranum var framúr gott. Stigevingin fyri dómarar gongur upp í 100, men tað er sera sjáldan, at talið fer upp um 90. Hjá Eyðuni og Andreas segði stiggevingin 84 í fyrstu royndini, og tað má metast sum væl og virðiliga góðkent.