##med2##
Pole J. Hansen, Thomas Juul S. Thomsen og Sophus Dal Christiansen vóru gestir í Hondbóltspanelinum á FM1 seinnapartin í dag.
Vertur var Sjúrður H. Hoydal.
Evnini sum vóru viðgjørd vóru:
1) Dømingar, og serliga bláa kortið Annika Fríðheim Petersen, málverji hjá H71 fekk í dystinum móti Kyndli í SMS-deildini, har Gert Hansen, dómari metti, at Annika hótti við at skjóta Karina Midjord hjá Kyndli í høvdið við bóltinum.
2) Samrøða við Sophus Dal Christiansen, hjálparvenjara hjá kvinnulandsliðnum um venjingardystirnar føroyska kvinnulandsliðið spælir móti Íslandi leygardagin og sunnudagin.
3) Pole J. Hansen metir um Okkaradeildina higartil, og komandi dystirnar í deildini.