Millum jól og nýggjár verður nógv hondbóltsvirksemi í høllini á Hálsi.
Tá skipa Birgir Hansen, Kári Nielsen og Bogi Henriksen vegna HSF fyri hondbóltsvenjing fyri leikarar, sum vilja nakað meira. Valt er at kalla tiltakið Hondbóltsnám 2012? og 25 leikarar úr níggju ymiskum feløgum vera við. Byrjað verður hósdagin 27. des. kl. 9 og endað leygardagin 29. des. kl. 15.
Á skránni verður m.a. koordinasjón, bóltførleiki, teknisk álopsvenjing, ástøði um styrkivenjing, skaðafyribyrging, uppvenjing aftaná skaða.
Umframt venjing, verður eisini skipað fyri fyrilestrum. Við í tiltakinum verða eisini Snorri Patursson, Beintu Bendix Laursen og Jákup Midjord.
Kelda: HSF