Føroyska manslandsliðið í hondbólti fekk eina góða byrjan í trílandakappingini í Dublin, tá fyrsti dysturin í kvøld endaði við einum sera sannførandi stórsigri á Skotlandi. Hondbóltsmenninir løgdu beinanvegin í dystin sjógv millum seg og skotar, og hálvleiksstøðan, sum var 20-7 til Føroyar, vísti eftir øllum brøgdum, hvat var betra liðið.
Tá avtornaði, vunnu Føroyar dystin 41-17, so hetta var lítið øðrvísi enn í 2007, tá tað í Challenge Trophy-kappingini í Luxembourg endaði við einum uppaftur størri sigri, sum ta ferðina var 58-19.
Í annaðkvøld klokkan 18 spæla Føroyar seinna dystin á ferðini í Dublin, sum verður ímóti Írlandi. Í kappingini í 2007 vunnu Føroyar 46-21 á Írlandi, so helst minnir tann dysturin um tann ímóti skotum.
Neyvan er írska liðið stórt betur enn tað skotska, tí í einari kapping í heyst, har Skotland, Írland, Ongland og eitt skotskt úrvalslið kappaðust, vann Skotland.









