Hondbóltslandsliðini farin í gongd

Sum liður í fyrireikingunum til komandi avbjóðingarnar, hava A-landsliðini hjá monnum og kvinnum verið á venjingarlegu í Danmark.

Ein partur av venjingarleguni var eisini at luttaka í sonevndu Hummel Cup kappingini í Aalborg, men undan hesum leiktu liðini eisini tveir venjingardystir í part.

Kvinnurnar leiktu móti ávíkavist Års og Hobro IK, og vunnu tær báðar sínar dystir.

Menninir vunnu somuleiðis sín dyst móti Års, men máttu lúta fyri Stafa, sum heldur til í bestu svensku deildini.


Taptu allar

Mennirnir leiktu móti FF, Ikast Bording, Odense HF og Hercules HK, og teir taptu allar dystirnar. Móti FIF, sum spælur í bestu donsku deildini, taptu føroyingarnir við 20 málum. móti Ikast-Bording sum eisini spælur í bestu donsku deildini taptu okkara við 5 málum.

Móti Odense HF, sum spælir í næstbestu donsku deildini varð tapið eiitans mál, og í seinasta dystinum, móti norska HK, var munurin so lítil, sum hann kundi verða. Í seinastu sekundunum eydnaðist nevnliga norðmonnunum at skora til 20-19.


Gekk betri hjá kvinnunum

Kvinnurnar leiktu í sín part fýra dystir, og av hesum eydnaðist tað at vinna teir tríggjar. Móti Tvis KFUM kom einasta tapi, sum var við einum málið. hinir dystirnir vórðu allir vunnir. Móti Åbybro 20-11, móti Skjern GF 20-18 og móti Haderslev somuleiðis 20-10.

Hetta var nóg mikið hjá kvinnunum til at tryggja sær sigurin í teirra bólki. Frá HSF frættist, at venjararnir báðir, Palli Joensen og Sophus Dahl-Christiansen vóru væl nøgdir við venjingarleguna.