Hondbóltslandsliðið møtir Italia í kvøld

Neistin: Tróndur Kragesteen, Karl Herup Olsen, Ingi Olsen og Birgir Poulsen.

 

H71: Janus Sørensen, Dánjal Torgarð, Esbern Patursson, Johan Hofgaard og Levi Nybo

 

VÍF: Sámal Joensen, Rúni Joensen og Regin Joensen.

Kyndil: Hans Áki Dal-Christiansen, Bárður Johannesen og Torvald Abrahamsen.

 

Italia er næstaftast í EM-undanbólki 2 við 3 stigum, og Føroyar er aftast við ongum stigi. Í vikuni tapti Italia við trimum málum ímóti Bosnia, meðan Russar hólvaðu Føroyar av 34-18.

 

Í morgin fer føroyska hondbóltslandsliðið av landinum, tí Serbia er mótstøðulið mikukvøldið. Seinasti dysturin í EM-undanbólki 2 verður næsta leygardag 20. juni. Tá kemur Bosnia Hercegovina á vitjan í Føroyum.