Á tíðindafundi í dag kunngjørdi Sonni Larsen, landsliðsvenjari, hvørjar 16 leikarar hann hevur valt at spæla móti Ukreina í apríl.
Talan er um eitt landslið, ið millum annað telur tveir verjuleikarar burturav, ið skulu spæla móti einum sterkum ukreinskum liðið.
Við tíðindafundin var tosað nakað um at Ukreina spældi ein sera góðan dyst móti Danmark í heyst, eins og tann dystin sum Ukreina spældi móti Føroyum í januar í fjør, har Ukreina vann 30-22.
Semja var um, at fyrrverandi PSG-profilurin, Sergiy Onyfryienko, er vandamiklasti leikarin hjá Ukreina, og millum annað av hesum er Eirikur Simonsen úttikin sum ein eyka verjuleikari.
Vert er eisini at leggja til merkis at tíggju av teimum 16 leikarunum spæla uttanlands.
Í mun til dystin móti Danmark í heyst eru tvær útskiftingar framdar. Eirikur Simonsen og Rógvi Dal Christiansen avloysa Sjúrð Olsen og Rúna Vest Højgaard til dystirnar móti Ukreina.
Sosialurin metir um úttøkuna í blaðnum, ið verður borið í hvørt hús mikudagin
Hópurin er hesin:
Málverjar
Niklas Simonsen, TMT Tønder
Nicholas Satchwell, Neistin
Vinstri vongur
Rói Berg Hansen, FIF
Vinstri bakkar
Hans Eli Sigurbjørnsson, KÍF
Peter Krogh, H71
Spæliskiparar
Jónas G. Djurhuus, Viking Stavanger
Tróndur Kragesteen, Neistin
Strikuleikarar
Rókur Akralíð, HII
Helgi H. Hoydal, Viking Stavanger
Rógvi Dal Christiansen, Kyndil
Høgri bakkar
Áki Egilsnes, KA Akureyri
Kjartan Johansen, Viking Stavanger
Høgri Vongar
Allan Norðberg, KA Akureyri
Nicklas Selvig, Stavanger IF
Verjuleikarar
Eirikur Simonsen, FFI
Brandur Halgirsson, H71