Hvørki í Atlantic Airways- ella í Sunset-kappingini verða dystir spældir hetta vikuskiftið. Manslandsliðið er í løtuni í Luksemburg har kappast verður í Challenge Trophy kappingini, og kvinnulandsliðið er á venjingarlegu á Eiði. Hetta er liður í fyrireikingunum til landsdystirnar móti Íslandi, sum verða spældir seinast í november mánaði. Av tí sama eru allir dystir, sum skuldu verið spældir í Sunset-kappingini hetta vikuskiftið, fluttir.