Hondbóltskvinnurnar taptu við tveimum málum

Føroyska kvinnulandsliðið tapti 21-23 til Lettland í 4-landakappingini í Sheffield í Onglandi, aftaná hálvleiksstøðuna 12-15 til Lettland. Í samrøðu við Ólav í Geil Guttesen á Rás2 hildu Simona Petersen og Ása Dam á Neystabø, at ov nógvir manglar vóru í samanspælinum, og at teir føroysku spælarnir funnu ov illa hvønn annan. Venjarin, Sophus Dahl Christiansen hevði sett nøsina upp eftir einum betri úrsliti, men var vónsvikin, at tað ikki eydnaðist at fáa eitt stig. Serliga sæð í ljósinum av, at føroyska liðið í einum føri megnaði at stríða seg upp á 18-18. Sigast má, at Simona Petersen, sum er ættað úr Litava fekk eina góða byrjan, sum føroyskur landsliðsspælari. Føroysku málskjúttarnir:

Simona Petersen 6, Durita Christophersen 3, Rebekka Justinussen 2, Guðrið Mortensen 2, Heidi Maria Akselsen 2, Una Olsen 2, Elin Stakksund 2, Ninna K. Johansen 1 og Simina Hansen 1.