Hondbóltskvinnurnar lumpaðu veddingarfyritøkurnar

Veddingarfyritøkurnar høvdu Grikkaland, sum stóran favoritt, men tað legði føroyska kvinnulandsliðið líka í

Kendar veddingarfyritøkur trúðu ikki serliga nógv uppá, at føroyska kvinnulandsliðið í hondbólti fór at vinna EM-undankappingardystin ímóti Grikkalandi, sum bleiv spældur í Grikkalandi.

 

Men føroyska kvinnurnar vildu tað øðrvísi og vunnu ein flottan 25-24 sigur á Grikkalandi. Í steðginum vóru Føroyar á odda 15-10.

 

BET 365, B WIN, ComeOn, Bet at Home, UniBet og William Hill bjóðaðu bara millum 1,26 og 1,44 í odds fyri ein sigur til Grikkaland.

 

Oddsini uppá føroyskan sigur vóru millum 3,71 og 4,75, og tað ger bara føroyska sigurin tað flottari.

 

Í morgin klokkan 13 spæla Føroyar ímóti Finnlandi, sum tapti 20-29 ímóti Grikkalandi. Við sigri ella javnleiki hava føroysku kvinnurnar vunnið seg víðari til høvuðs EM-undankappingina.