Hondbóltskvinnur í Keypmannahavn eru fremstar

Vikuskiftið nærkast og hetta sleppa hondbóltskvinnurnar í ÍF Føroyum at halda sum oddalið, tí tær eru nevniliga tvey stig frammanfyri Ajax København, sum er á øðrum plássi.

Deildin, føroysku kvinnurnar spæla í, eitur Seria 2. Hetta er ein undirdeild hjá Københavnerseriuni, og eru tvær deildir omanfyri hesa deild ? Seria 1 og sjálv Københavnarserian. Omanfyri aftur er sonevnda Guldbagerligaen og 1. deild, og tað merkir, at Seria 2 svarar til 5. deild.

 

Føroysku kvinnurnar komu heldur illa frá byrjan eftir jólasteðgin, har liðið tapti teir báðar fyrstu dystirnar, men bæði bæði áðrenn og eftir hetta, hevði liðið einans vunnið sínar dystir.

 

Soleiðis var eisini seinast, føroysku kvinnurnar vóru á vøllinum.

Hetta var síðsta vikuskiftið, tá tær vunnu 22-16 á Søborg, eftir at hava verið á odda 8-5 í steðginum.

Søborg gjørdi hvat tær kundu fyri at taka ferðina úr dystinum. Hetta eydnaðist partvíst, men føroysku leikararnir vóru tolnir, og so við og við kom betur glið á føroysku spælið.

Serliga seinasta korterið av dystinum royndist væl, tá Ranvá Magnadóttir veruliga gjørdi um seg á vonginum.

Toppskjútti hjá føroysku kvinnunum var Anna Berg við fimm málum. Síðani komu Lív Sørensen og Fríða Næs við fýra í part. Guðrun Poulsen gjørdi trý mál, Ranvá Magnadóttir og Ragnhild á Plógv gjørdu tvey mál hvør, og Barbara á Rógvi og Selma Dahl Erol hvør sítt.

 

Næsti dysturin hjá ÍF Føroyum verður næsta vikuskiftið, tá mótstøðuliðið er CBS.