Hondbóltur
Fyri stuttum lýsti Dómarafelagið við, at teir í vetur ætlaðu sær enn eitt stig longur á leiðini í menningini av føroyskum hondbóltsdómarum. Ein menning, sum av álvara byrjaði í fjør, tá dómarafelagið varð sett á stovn, samstundis sum ein eygleiðaraskipan varð sett í verk.
At hjálpa sær í hesum hevði Dómarafelagið fingið danska Frank Smith til landið. Hesin er fyri stuttum givin sum altjóða dómari, og í Danmark er hann væl lýddur sum dómaraeygleiðari og ?instruktørur.
Ætlandi skuldi skeið eisini haldast fyri føroyskum dómarum hetta vikuskiftið, men tað skeiðið er nú avlýst.
Bert trý pør
Orsøkin til avlýsingina var, at bert trý dómarapør høvdu teknað seg til skeiðið. Eitt skeið, sum samstundis er sett sum krav til dómarar, ið skulu døma í bestu hondbóltsdeildini komandi kappingarár.
Og hetta tykjast vera ein skelkandi boðskapur hjá dómarafelagnum. Tá felagið varð sett á stovn, vóru nógv umboð fyri dómarar savnaði, og eisini til fyrsta skeiðið, var uppmøtingin stak góð.
At tað nú bert eru trý pør, sum tykjast áhugað í hondbóltsdøming, kann í ringasta føri fáa katastrofalar avleiðingar fyri dømingina til komandi kappingarár.
Dómarafelagið sjálvt vil ikki gera nakrar serligar viðmerkingar, uttan at vísa til skrivið, sum er sent feløgunum hesum viðvíkjandi, men sum vit hava skilt støðuna, so er vandi fyri, at bestu føroysku dómararnir als ikki vera at síggja í kappingini í vetur. Felagið setir framvegis sum krav, at skeiðið skal takast, um Dómarafelagið skal standa fyri dømingini í vetur, og fæst ikki nøktandi undirtøka fyri hesum, skilja vit, at tey trý pørini, sum ætlaðu sær á skeiðið, als ikki fara at døma. Tey trý pørini eru Hannis og Uni Wardum, Sámal Hansen/Kristian Johansen og teir báðir klaksvíkingarnir, Karsten og Kristian Joensen.
Boðini til feløgini eru, at tað nú verður gjørd ein nýggj roynd at fáa skeiðið í lag, og hetta ætlandi verður vikuskiftið, 8. og 9. oktober.
Álvarsligar avleiðingar
Um avleiðingarnar av støðuni ? um hon ikki batnar ? sigur dómarafelagið at enda, at teir síggja hetta sum eitt seinasta útkall hjá føroyskum hondbólti.
- At tosa um luttøku í altjóða kapping, má sigast at vera púrasta burturvið, um vit ikki somikið sum megna at fyriskipa heimligu kappingina undir karmum, sum kunnu metast bara nøkunlunda forsvarligir, verður staðfest í endanum av skrivinum, sum varð sent feløgunum fríggjadagin.
Aðra staðni í skrivinum verður eisini staðfest, at alternativið til eitt samlað dómarafelag er, at farið verður aftur til gomlu skipanina, har tað varð álagt hvørjum felag at stilla við einum dómaraparið, og at tað so ikki varð tosað meira um kvalitetin í dømingini.
Tað er í øllum førum ein støða, sum hvørki leikarar ella áskoðarar vilja koma aftur í. Ofta plagdi orðadrátturin tá at vera harður, tí leikarar í rivaliserandi liðum dømdu dystir hjá hvørjum øðrum, og tá útfallið í hesum ofta kundi hava avgerandi ávirkan á stigatalvuna, varð sjálvt minsta mistakið vigað væl og virðiliga í mannamunni.
So sum støðan sær út í løtuni, tykist hondbólturin av álvara at vera komin til eitt vegamót. Nógv orka, tíð og pengar eru nýtt til tess at sleppa aftur upp í part í altjóða kappingum, men onkur skal eisini leiða dystirnar, og tað vildi verið stórt spell, um tann parturin lá eftir.