Hondbóltsfelagið Kyndil fyllir 55 ár í dag

Felagið varð stovnað tann 10. mars í 1956 sum partur av Losjuni í Havn Í tíðindaskrivi í dag skrivar Kyndil, at ætlanin í fyrstani var mest at vera við í kappingum hjá ÍSF og ikki endiliga at vinna so nógv.

 

Tey, ið stóðu á odda í Kyndli, vístu seg tó skjótt at duga annað enn at vera við. Besta mansliðið hevur seinastu 55 árini vunnið meistaraheitið 31 ferðir, og besta kvinnuliðið hevur vunnið 5 ferðir.

 

Í yngru deildunum hevur Kyndil eisini vunnið mangt eitt meistaraheiti og manga steypakapping, og framvegis leggur felagið stóran dent á ungdómsarbeiðið. Bæði dreingjalið og gentulið standa seg í dag væl.

 

Kyndil gekk á odda longu mitt í 60´unum at fáa føroyskum hondbólti evropeiskan limaskap. Fyrsta Evropa Cup-dystin spældi mansliðið í 1972, eftir at fyribils limaskapurin í altjóða hondbóltssambandinum var komin undir land í 1970.

 

Í 1962 vildu fólk í Kyndli sleppa í ítróttarhøll at spæla, tí spælt varð bara uttandura tá. Søkt varð um byggiloyvi, og pengar vórðu savnaðir inn. Ætlanin datt fyribils niðurfyri, men varð tikin uppaftur í 1966, tá fimm feløg í Havn gingu saman um hana.

 

Í 1970 kom so høllin á Hálsi, ið hevur hýst mongum spennandi dysti og nú verður nútímansgjørd, og í 1984 kom Gundadalshøllin, sum Kyndil, Neistin og Fleyr reka í felag.

 

Á aðalfundinum hjá Kyndli í 1988 varð felagið skilt frá Losjuni, tí tíðirnar vóru broyttar. Felagsliturin hjá Kyndli hevur síðan 10. mars í 1956 verið grøni liturin.