Hondbóltsfamiljan má hjálpa til

Nú hevur Rás2 á fyrsta sinni fylgt við hondbóltinum gjøgnum ein vetur og tað hevur bæði verið stuttligt og spennandi. Tað eru nógv góð ting við føroyskum hondbólti og tað eru nógv fólk, sum hava uppiborið nógv rós fyri tað arbeiði, ið tey gera. Men tað eru nøkur ting, sum ikki eru nóg góð. Eg lati Vagnur Michelsen, sum rekur heimasíðuna, hvannrok.fo eiga næstu orðini:

- Í heyst setti eg mær málið at skriva um dystirnar í bestu deildunum, og eg brúki einar tríggjar tímar seint seinnapartin sunnudag og ella leygardag at fáa fatur í dómaraseðlunum, ringja runt í hallirnar og so skriva um dystirnar. Hetta hevur verið møtumikið men eisini hugaligt arbeiði, men tíverri eri eg komin til niðurstøðuna, at hetta gera eg óivað ikki aftur næsta kappingarár. Orsøkin er, at sjálvt um tú gerst avtalur við persónar, feløg og hallir, so fái eg ikki fatur í øllum dómaraseðlunum, uttan eg ringi til Per og Poul og mangan uttan úrslit. Hetta er alt ov ússaligt.

Vagnur Michelsen hevur rætt í nøkrum ting. Eg skal skunda mær at siga, at tað eru fleiri, ið gera tað tey skulu og eru biðin um. Men tað skuldi verið eitt samlistað, har eitt nú allir dómaraseðlar komu talgilt inn á. Øll sum hava hug at fylgja við og skriva um hondbólt mugu og skulu kunna fáa fatur á dómaraseðlinum skjótast gjørligt.
Tað er eisini átalivert, at tað ikki er ein almennur toppskoraralisti. Hetta arbeiði verður bara lagt út til miðlar og einstakar persónar.
Eisini er o nógvir líkagyldigir dystir, men meiri um tað í klummuni næstu ferð. Tað stutta av tí langa er, at um hondbólturin skal veksa og eina rúm í hesum internet tíðum, so er týdningarmikið, at øll information er tøk stutt eftir dystirnar.
Her verður neyðugt hjá hondbóltsfamiljuni at hjálpa til, so hetta kemur í rætt lag, tí annars tapir hondbólturin dystin við serliga fótbóltin.