Hondbóltsambandið ger eitt stórt átak fyri at fyrireika dómararnar til komandi kappingarár í hondbólti.
Kendi danski dómaraserfrøðingurin, Johnny Tauman fer at hava skeið kring alt landið.
Málbólkurin er fólk, sum døma dystir í lægri deildum, fólk, sum sita við dómaraborð (skrivarar og tíðtakarar) og ábyrgdarfólk í feløgunum annars.
Johnny Tauman er limur í dómaranevndini í DHF. Hann er dómaraeygleiðari á høgum støði, umsetir allar hondbóltslógir úr týskum til danskt og hevur ábyrgdina av, at allar danskar hondbóltslógir eru dagførdar.
Skráin fyri dómaraskeiðini verður hendan :
- Týsdagin 7. september kl. 18.30-21.30 í Klaksvík.
- Mikudagin 8. september kl. 18.30-21.30 í Høllini á Hálsi í Havn
- Hósdagin 9. september kl. 18.30-21.30 í Vestmanna.
- Fríggjadagin 10. september kl. 18.30-21.30 á Skála.
- Leygardagin 11. september (allan dagin) í Høllini á Hálsi í Havn. Leygardagurin er ætlaður A-dómarunum.
Dómaraskeiðini eru ókeypis, og tað stendur fólki frítt fyri at velja tann dagin, har tað liggur best fyri hjá teimum at luttaka. Til dømis kunnu vestmenningar luttaka í Havn, ella klaksvíkingar í Vestmanna, um tað liggur betur fyri.










